03-05-2010
Støðulýsing av ferðsluarbeiðum

Her er eitt yvirlit yvir arbeiðini hjá Landsverki kring landið á ferðslukervinum.

Hvalbiar- og Sandvíkartunnilin
Rumlufoyrur eru gjørdar úti í síðunum í báðum tunlunum. Endamálið er at avmarka koyribreytina og harvið betri kunna fastleggja meiri nágreiniliga fríhæddinina í tunlunum. Í Hvalbiartunnlinum verður í næstum farið undir at drena oman á tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.

Trøllanestunnilin
Arbeitt verður í løtuni um dagin fyri at tryggja loftið í tunnlinum. Støða verður í næstum tikin til innkomnu tilboðini at seta upp rýmingarljós í tunlinum,

Leynatunnilin
Arbeiðið við at leggja síðstu hond á el-spariskipanina til tunnilsljósini, t.e. at programera skipanina. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í næstum.

Hovstunnlin
Í løtuni verður arbeitt við at hampa økið oman fyri tunnilsmunnan Øravíkarmegin. Hetta verður liðugt í vikuni.

Oyrareingir
Hetta arbeiðið er tíverri seinkað orsakað av kavaveðri, og tí at treytir skulu gerast í sambandi við útbjóðingina av asfaltarbeiðinum. Eftir ætlan skal fyrsta asfaltlagið á sum skjótast, so kantsteinarnir kunna leggjast og restin av økinum – herundir gongubreytir – verða asfalteraðar.

Brúgvin um Streym
Av tí at veðrið ikki hevur til vildar, er arbeiðið við at fuktbjálva brúnna seinkað. Hitin skal vera oman fyri fimm hitastig, og tað má heldur ikki vera ov fuktugt í veðrinum. Orsakað av hesum er arbeiðið fyribils seinkað í góðar tvær vikur.

Streymnes og Hósvík
Arbeitt verður við at gera liðugt fram við vegnum, og ferðslan kann tí verða nakað tarnað.

Minni dálking nú píkadekkini mugu av
Landsverk nýtir høvi til at minna á, at ongi akfør mugu vera skødd við píkum eftir 1. mai. Umframt minni slit av vegnum, er ein annar fyrimunur við hesum, at bæði bilar og økið fram við vegnum verður reinari, tí píkadekk dálka munandi meir enn onnur dekk.

Úrslit: