08-03-2010
Støðan í arbeiði á vegakervinum
Her er eitt samlað yvirlit yvir, hvussu væl áleiðis tað er komið við teimum ymsu arbeiðunum á landsvegakervinum, sum Landsverk er í ferð við í løtuni

Hovstunnilin
Arbeitt verður við at fylla upp oman fyri tunnilsmunnan øravíkarmegin. Síðani verður farið undir at skera av betongelementunum í aðrari síðuni á sjálvum portalfótinum, sum er ov høgur. Alt arbeiðið við munnan verður endaliga liðugt fyrst í mai.

Hvalbiartunnilin
Fundur hevur verið millum Landsverk og Hvalbiar Kommunu. Tunnilin er skrótaður fyri møguligt leyst grót. Samlaða hæddin verður tá 3,20 metrar. Við norðara enda verður farið undir at bolta, sproyta betong á veggirnar og drena omaná. Syðri endi er boltaður, og um játtanin røkkur til, verður betong eisini sproytað á veggirnar tí megin.

Oyrareingir
Sjálvt vegarbeiðið verður væntandi liðugt í hesum mánaðinum. Somuleiðis verður gongubreytin millum brúnna um Dalánna, og omankoyringin til havnina á Langasandi, gjørd liðug í næstum. At enda verður farið undir at asfaltera.

Kollafjørður
Nýggir ferðgáar – ið vísa ferðina – eru settir upp. Harafturat verður ein sokallað býargrind gjørd við Langasand, og nýggj ferðáseting kemur í gildi.

Streymnes
Arbeiðið er um at vera liðugt. Busslummin, sum er víðkaður, er fluttur inn á íbindingarvegin, og nýtt busskýli er bílagt og verður sett upp í næstum. Fyri at betra um ferðslutrygdina, verður norðara íbindingin til Streymnes stongd.

Hvalvík
Norðara íbinding til neysta- og havnaøkið er stongd, og har skal bilverja setast upp. Tí fer øll ferðsla framyvir til havnaøkið bert ígjøgnum syðru íbinding.

Hósvík
Sjálvt arbeiðið er liðugt, og farið verður undir at merkja vegin upp, tá veðrið er til vildar.

Brúgvin um Streymin
Bilverjan í syðru síðu verður í løtuni skift út. Tá veðrið er til vildar, skal fuktsperra leggjast í brúnna, og síðani verður breytin asfalterað. Nýggja gongubrúgvin í norðaru síðu skal eftir ætlan verða liðug í mai. Samstundis verður eisini bilverjan í hesi síðu skift út. Alt arbeiðið við brúnni verður liðugt í juni.

Kunoyartunnilin
Betong verður sproytað á veggirnar, har tørvur er á tí.

Trøllanestunnilin
Arbeiðið at leggja streym í tunnilin og seta upp eldsløkkjarar er boðið út. Somuleiðis er farið undir at arbeiða við at økja um trygdina í tunlinum, og royndir við ljósi verða gjørdar.

Veðurstøðir
Tvær nýggjar veðurstøðir verða settar upp komandi mánaðin. Hetta er norðan fyri Streymnes og á kolavegnum í Hvalba.

Úrslit: