SÚKKLUKAPPING: Aftur í ár skipar Tórshavnar Súkklufelag og Statoil Føroyar fyri stóru súkklukappingini "Statoil Kring Føroyar" í døgunum 21.-25. juli. Kappingin er í 5 dagar, og súkklað verður soleiðis:
21/7: Norðoyggjar: Í Klaksvík (8 km)
22/7: Streymoy og Eysturoy: Úr Tórshavn til Runavíkar (110 km)
23/7: Suðuroy: Av Tvøroyri til Sumbiar og haðani um Hestin til Vágs (77 km)
24/7: Vágar: Úr Sørvági til Bíggjar og aftur til Sørvágs (30 km)
25/7: Streymoy: Tjørnuvík - Tórshavn eftir Oyggjarvegnum, til Gomlurætt - aftur til Havnar (109 km)
Meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag www.tsf.fo
Kappingarleiðslan syrgir fyri, at leiðbeinandi skeltir verða sett út á øll vegamót á teinunum. Harumframt hevur kappingarleiðslan hjálparfólk við øll vegamót, har tað er neyðugt at stýra ferðsluni.
Landsverk vil í hesum sambandi heita á allar bilførarar um vinarliga at vísa varsemi og ansa eftir súkklunum á vegunum.