Orsakað av vantandi játtan til Landsverk á landsins fíggjarlóg fyri 2005, hevur verið neyðugt at siga trimum fólkum úr starvi, umframt at eitt fólk fer niður í hálva tíð. Hoyringsskriv er í dag givið viðkomandi hesum viðvíkjandi.
Støðan er tann, at fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár vísir eina minking uppá eina hálva millión krónur. Harnæst fara sáttmálabundnar lønarhækkingar at kosta stovninum umleið hálva aðru millión eyka.
Úrslitið er, at Landsverk á komandi fíggjarlóg kemur at vanta pening til lógarbundnar lønarútreiðslur svarandi til seks ársverk í mun til lønarkarmin í ár.
Avleiðingarnar av hesum skerjingum eru, at neyðugt hevur verið at siga hesum fólkum úr starvi. Leiðslan harmast um støðuna, men vísir samstundis á, at orsøkirnar til, at tað slepst undan at siga enn fleiri fólkum úr starvi fyri ein part eru tær rationaliseringar, ið eru framdar á stovninum fyrr í ár og fyri ein part ein ávís náttúrlig frágongd millum starvsfólkið.