29-06-2022
Spakin settur í til sambýli Reynstún
Í gjár 28. juni 2022 setti Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum spakan í nýggja sambýli í Reynstúni t.e. omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum. Sambýlið er til 18 folk við menningartarni og fjølbreki.

Arbeiðstøkusáttmálar eru við P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA). Byggiarbeiðið verður væntandi liðugt seint í 2023.

 

Myndirnar niðanfyri, hevur Ólavur Frederiksen tikið. 

Úrslit: