30-11-2010
Spakin settur í Leirvíkarvegin

VEGAGERÐ: Í bítandi kulda, men góðveðri í Leirvík í morgun, varð spaki settur í eina ta mest umtalaðu føroysku byggiverkætlanina í nýggjari tíð. Ein vegagerð, sum hevur verið á veg óvanliga leingi, orsakað av ymsum áhugamálum um, hvør linjuføring ígjøgnum bygdina skuldi veljast. Hetta orðaskiftið kemur væntandi at steðga nú, tí arbeiðið umsíðir er farið í gongd

Bygdafólk, arbeiðsfólk, entreprenørar, kommunalpolitikarar, landspolitikarar, embætisfólk, politistar og nógv onnur áhugaði vóru møtt upp til stóra dagin á Kráartanga í Leirvík, har fyrsti bøkkur varð grivin av til nýggja íbindingarvegin í Norðoyatunlinum.

Áðrenn landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, setti spakan í jørðina, bjóðaði stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro fólki vælkomnum við m.a. hesum orðunum:

- Hetta er ein stórur dagur, sum vit hava bíðað eftir líka síðani 2001, tá farið varð undir at fyrireika verkætlanina. Í apríl næsta ár eru fimm ár, síðani Norðoyatunnilin lat upp.

Ewald Kjølbro rósti Anniku Olsen fyri, at hava megnað at loysa málið, sum so stór ósemja hevur verið um.

Landsstýriskvinna gleddist somuleiðis yvir, at hesin dagurin var upprunnin. Hon vísti á, at Leirvík er ein vinnulívsbygd og útróðrarbygd, og júst við Kráartanga hava leirvíkingar í øldir staðið og tikið ímóti bátum, ið komu aftur av útróðri.

Áðrenn Annika Olsen setti spakan í, endurgav hon nakrar linjur úr sanginum hjá Hans Andriasi Djurhuus: “Tit sum í fjøru fóru.”

Eftir samkomuna á Kráartanga bjóðaði Eystur Kommuna teimum vitjandi til kaffir, rundstykkir og køkur í bowlinhøllini í Leirvík.

Um nakar vil vita meira um hesa verkætlan, ber til at ringja til Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, tlf. 290861, ella til kunningartænastuna á tlf. 290804.

Úrslit: