Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleika. Hetta hevur politiski myndugleikin ásannað, og tí hevur landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, gjørt av at steðga við at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýlir. Ístaðin verður farið undir at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, ið sum frálíður skulu loysa av nøkur av verandi sambýlum.
Nú er komið so mikið langt við tveimum av hesum verkætlanunum, at Landsverk sum byggiharri – saman við Almannamálaráðnum, ið er byggiárnari – hevur tikið stig til at seta fyrstu spakarnar í.
Mánadagin klokkan 11 loysir Annika Olsen, landsstýriskvina, fyrsta flagið við Mylnutún 1 í Klaksvík, og greiðir frá politisku ætlanunum. Eisini verður borgarstjórin í kommununi, Jógvan Skorheim, hjástaddur, og fær orðið. Eftir hetta er opið hús á kommunuskrivstovuni, har kunnað verður um verkætlanina við vardum bústøðum.
Tveir tímar seinni, klokkan 13, setir landsstýriskvinnan spakan í fyri eini líknandi verkætlan omanfyri Rúnarveg í Runavík – við tann komandi longda Blikaveg. Eins og í Klaksvík verður eisini borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, hjástaddur, og fær orðið. Aftan á verða hurðnar latnar upp í Skúlanum við Løkin, har kunnað verður um hesa verkætlanina.
Samlaða kostnaðarætlanin fyri hvørja verkætlan sær er 16,5 mió. krónur, og pláss verður fyri 10-16 búfólkum í hvørjum. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt á heysti næsta ár.
Um nakar ynskir at vita meira um verkætlanirnar, ber til at seta seg í samband við samskiftistænastuna á Landsverki, tlf. 290 804.