Vegleiðing til álegging av asfalti

Standard vørur: Tað finnast fleiri sløg av asfalti alt eftir, hvat tað skal brúkast til. Er talan um ein vanligan veg, hevur hesin oftani trý løg av asfalti. Niðast er eitt berilag, omaná liggur eitt bindilag, og ovast eitt slitlag. Tey ymsu løgini verða gjørd eftir ymsum uppskriftum og støddum av steinum.

Tað finnast fleiri sløg av beriløgum, bindiløgum og slitløgum. Samansetingin velst millum annað um, hvussu stór ferðslan er á staðnum, ið skal asfalterast.

Serligar vørur: Umframt standard vørurnar selja vit eisini serframleiddar vørur, sum verða gjørdar eftir ynskjunum hjá viðskiftafólkunum. Tað ber í flestu førum til at framleiða vørurnar, sum kundin biður um. Tó er neyðugt at bíleggja í góðari tíð.

Slitløg finnast sum AB og SMA. AB stendur fyri asfaltbetong, og verður brúkt á vegum við nógvari ferðslu. SMA stendur fyri skervmastix, og er sermerkt við at vera slitsterkt. SMA verður brúkt til vegir við nógvari og tungari ferðslu.

 

Úrvalið av slitløgum er:
AB 4
AB 8
AB 16
AB 16 við 35% av ljósum tilfari (durasplitt-steinar)
AB 16 við 30% av ljósum tilfari (durasplitt-steinar)
SMA 8
SMA 12 við 45% av ljósum tilfari
SMA 16
SMA 16 við 55% av ljósum tilfari
Slit- og bindiløg finnast sum AGB, sum merkir asfaltgrúsbetong. Hetta er asfalt, ið verður nýtt til vegir við minni ferðslu.
Úrvalið av slit-og bindiløgum, har ÁFS (ársferðsla um samdøgrið) er minni enn 3000, er hetta:
AGB 8
AGB 16
Berilagið finst sum AG, sum merkir asfaltgrús. Berilagið er gjørt soleiðis, at tað tekur trýstið frá tungu akførunum.

Úrvalið av beriløgum:
AG 16
AG 22

Oljugrús
Vit framleiða eisini OG, sum stendur fyri oljugrús. Oljugrús verður latið sum OG 8.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}