Sum ein avleiðing av stóru samfelagskreppuni fyrst í nítiárunum, gjørdist játtanin til rakstur og viðlíkahald av samferðslukervinum á landi søguliga lág árini aftaná. Í ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum er ávegis, sæst, at játtanin seinastu 14 árini er minkað við einum helmingi sæð í mun til príshækkingar og økt slit
Páhaldnið um, at tað almenna alsamt bólgnar meir og meir, stendur í stórari andsøgn til játtanina til viðlíkahald og rakstur av øllum samferðslukervinum á landi. Tøl úr ávegis ársfrágreiðingini hjá stovninum vísa, at síðani 1996, tá játtanin var søguliga lág, er tilsvarandi játtan í dag skerd við meir enn einum helmingi.
- Vit hava kannað tølini, og tey vísa eina heilt tíðiliga gongd. Samstundis sum keypiorkan er minkað við góðum 40 prosentum, síðani søguliga lágu játtanina miðskeiðis í nítiárunum, hevur vaksandi ferðslan økt munandi um slitið av vegakervinum. Sostatt er játtanin til rakstur og viðlíkahald bert helmingurin av tí, hon var fyri 14 árum síðani, tá hon sum áðurnevnt, var søguliga lág, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Í 1996 var samlaða játtanin til samferðslukervið 60,9 mió. krónur. Við príshækkingum hesi árini hevði hetta talið svarað til 85,6 mió. krónur í 2009-tølum. Veruliga talið er 50,5 mió. krónur, ella stívar 10 mió. krónur lægri enn í 1996. Um økt slit orsakað av vaksandi ferðslu verður roknað uppí, hevði 1996-játtanin í 2009-tølum verið komin upp á 103,6 mió. krónur. Sostatt er hetta ein minking upp á 53,1 mió. krónur svarandi til heili 51 prosent.
Samlaða rakstrarjáttanin til Landsverk, ið umframt samferðslukervið á landi, eisini fevnir um rakstur og viðlíkahald av havnum, bygningum og tyrlupallum og umsiting av stovninum, er somuleiðis nógv skerd. Í 1996 var samlaða játtanin 75 mió. krónur, og í 2009 var hon 68 mió. krónur. Ein minking í krónutølum upp á 7 mió. Tá hædd verður tikið fyri prísvøkstri og øðrum, hevði 1996-játtanin í 2009-tølum verið komin upp á 107 mió. krónur. Í prosentum er sostatt talan um eina lækking av samlaðu játtanini upp á 35 prosent. Og hóast munandi lægri játtan hevur Landsverk í hesum tíðarskeiði fingið eina týðandi uppgávu afturat, ið fevnir um alla umsiting av almennum bygningum undir landinum.
Um nakar ynskir at fáa meir at vita um hetta, ber til at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra á Landsverki, á tlf. 290 801, ella til kunningardeildina á tlf. 290 804 ella 290 805.