NÝGGJ VERKÆTLAN: Í gjár setti landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, spakan í fyri bygging av ítróttarhøll í Traðardali í Sandoynni. Høllin væntast liðug á sumri í 2012
Fríggjadagin í síðstu viku undirskrivaðu Landsverk og Articon sáttmála um jørðarbeiðið í sambandi við byggibúningina til ítróttarhøll í Sandoynni. Longu nú fer arbeiðstakarin í gongd. 14 fyritøkur bjóðaðu seg fram at gera jørðarbeiðið, har Articon var bíligast við 973.616 krónum.
Tað var landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sum fyrrapartin í gjár setti spakan í jørðina.
Leingi er tað, ið væl skal verða
Sandoyingar hava í mong ár fyrireikað og tikið stig til at byggja eina ítróttarhøll, ásannandi at ein ítróttarhøll er ein sjálvsøgd íløga í eitt og hvørt lokalsamfelag. Men m.a. ógreið viðurskifti viðvíkjandi stuðulsmøguleikum landsins til at byggja ítróttar- og mentanarverkløg og ov lítil játtan á fíggjarlógunum seinnu árini til endamálið, hava forðað verkætlanini leingi.
Formaðurin í bygginevndini fyri verkætlanini, "Ítróttarhøll í Sandoynni", Bergur í Garði, takkaði í síni røðu myndugleikunum í Sandoynni fyri sera gott samstarv.
Vegna Skúlasambandið í Sandoynni bjóðaði Gerhard Lognberg gestunum ein drekkamunn aftaná tiltakið, og segði í hesum sambandi nøkur orð um gongdina í málinum.
Stórur áugi fyri høllini í Sandoynni
Saman við øðrum, vóru eisini børn úr barnagarðinum á Sandi komin at fegnast um, at tey um fá ár, eins og onnur børn í Føroyum, sleppa at gera fimleik, íðka ítrótt og at fylkjast til gamans og leik í nýggjari høll.
Einki er at ivast í, at ítróttarverkløg eru við til at skapa trivna, menning og góð sambond millum menniskju. Serliga umráðandi er tað at skapa karmar fyri trivnaði í lokalsamfelagnum, ið er fyri hóttafalli vegna fráflyting og vantandi vøkstri. Tíverri er Sandoyggin ein oyggj, ið hevur hesar avbjóðingar at stríðast við.
Nú er ein loysn funnin, verklagslóg er samtykt og játtan fingin til vega til alla byggingina. Eftir ætlan verður høllin klár at taka í nýtslu á sumri í 2012.