08-10-2008
Skutu seismikk fyri Sandoyartunli
FORKANNINGAR: Fólk frá Landsverki hava hesar seinastu dagarnar skotið seismikk í Skopunarfirði. Næsta stigið verður at gera kjarnuboringar.

Fólk frá Landsverki hava hesar seinastu dagarnar staðið við kanónirnar umborð á rannsóknarskipinum Magnusi Heinason.

Talan er um kanónir, sum verða brúktar til seismiskar kanningar. Endamálið hevur verið at kanna jarðfrøðina í havbotninum, har ætlanin er at gera Sandoyartunnilin.

Fyrstu seismisku kanningarnar vórðu gjørdar í fjør. Men neyðugt varð við fleiri kanningum fyri at fáa eitt betri grundarlag at byggja á.

Gekk væl
Byrjað varð at skjóta seismikk sunnudagin og mikunáttina varð seinasta skotið latið av. Av tí at líkindini vóru sera góð gekk arbeiðið betri og skjótari enn væntað. Skotnar vórðu tilsamans 47 linjur og tað var nakað meira enn upprunaliga ætlað.

Skotið varð við linjuføringina, sum er løgd fyri Sandoyartunnilin. Hendan linjan gongur úr landinum sunnanfyri ferjuleguna við Gomlurætt og kemur upp nakað eystanfyri Skopun. Eisini hevur verið skotið eftir øðrum linjum fyri at kanna hvussu jarðfrøðin er aðrastaðni í Skopunarfirði.

Næsta stigið verður at viðgerða dáturnar, sum eru komnar til vega við teimum báðum umførunum við seismiskum kanningum. Hetta er meira drúgvført arbeiði, sum kann taka fleiri mánaðir.

Kjarnuboringar
Næsta stigið í forkanningunum verður at gera kjarnuboringar, sum skulu staðfesta hvussu tilfarið er í undirgrundini. Ì hesum føri verður talan um sokallaðar stýrdar kjarnuboringar. Hetta merkir, at borað verður ikki bert eftir eini beinari linju, men at borast kann í ymsar ættir ella í ymsar vinklar.

Hetta krevur serliga útgerð, og so skjótt útgerð er tøk til hesa boring verður farið til verka.

Enn er ikki endaliga greitt nær sjálvt arbeiði at gera Sandoyartunnilin skal byrja. Hetta er ein politiskur spurnringur. Kortini er samtykt við lóg, at forkanningar skulu gerast av tunlinum og hevur Løgtingið játta pening til endamálið.

Úrslit: