Byggitakarin MT Højgaard, sum stendur fyri arbeiðinum hevur boðað Landsverki frá, at arbeiðið at byggja skúlan verður liðugt 1. desember. Landsverk er byggiharri og Mentamálaráðið eigur verkætlanina.
Upprunaliga var ætlanin, at skúlin skuldi verða liðugur 1. august í ár. Men av tí, at tað viðraði so illa í vetur hevur arbeiðið verið nakað seinkað.
Skúladepilin er mettur at kosta umleið 74 milliónur krónur, og líkt er til at kostanaðarmetingin fer at halda. Harumframt koma 7,7 milliónur krónur til innbúgv og útgerð.
Tá arbeiðið er liðugt verður farið undir at gera skúlan kláran at taka ímóti og næmingum og starvsfólki.
Miðað verður eftir, at skúlin verður klárur at taka í brúk, tá ið næmingar og lærarar hava hildið jólaferiu í vetur.