Sum kunnugt hevur arbeiðið við skúladeplinum í Suðuroy verið nógv seinkað av vánaligum veðri og øðrum viðurskiftum. Men í dag kundi arbeiðstakarin MT Højgaard avhenda nýggja skúladepilin til Landsverk.
Seinnu helvt av januar verður arbeitt við at fáa innbúgv og útgerð sett upp, soleiðis at klárt verður at flyta inn í februar.
200 næmingar
Skúladepilin í Suðuroy, ið fatar um miðnámsskúla og heilsuskúla, er tilsamans umleið 3.200 m2. Samlaða næmingatalið verður umleið 200, sum er nøkunlunda javnt býtt millum báðar skúlarnar.