Eftir ætlan skuldi arbeiðstakarin MT Højgaard avhenda nýggja skúladepilin í Suðri til Landsverk í dag, 17. desember. Avhendan merkir, at arbeiðstakarin letur byggiharranum skúlan og at skúlin er klárur at taka í brúk.
Tað eydnaðist tó ikki at fáa arbeiðið liðugt sum ætlað, og freistin er tí útsett til 19 januar 2009.
Tá skúladepilin er handaður Landsverki skulu møblar o.a. setast upp, soleiðis at klárt er at taka ímóti skúlanæmingunum og starvsfólkum 1. februar.
Arbeiðið við skúladeplinum í Suðri hevur verið nógv seinkað av vánaligum veðri og øðrum viðurskiftum. Sambært teirri seinastu tíðarætlanini skuldi arbeiðið hjá MT Højgaard vera liðugt 1. desember og ætlanin var at næmingarnir skulu flyta inn í skúlan eftir jólafrítíðina.
Hettar verður av ongum. Nú verður miðað eftir at taka skúlan í brúk 1. februar. Hildið verður fast um hendan dag hóast avhendingin nú er útsett ein mánað.
Tá ið ein skúli verður avhendaður til byggiharran verður ein mangullisti gjørdur. Á listanum standa tær rættingar ella tey viðurskifti, sum arbeiðstakarin skal fáa í rættlag sum áðrenn bygningurin verður tikin í brúk.