06-04-2010
Skriðulop í Fossdali á Syðradalsvegnum
SKRIÐULOP: Nógva regnið í gjár hevur havt við sær, at eitt skriðulop hevur verið í Fossdali á Syðradalsvegnum, Streymoy. Landsverk er á staðnum og ruddar vegin. Vegurin er fyribils stongdur og væntast opin aftur kl. 13 í dag.

Tað var um ellivu tíðina í gjárkvøldið, at ein skriða leyp, júst á sama staði, har skriðan leyp tann 26. januar í ár. Tá komu umleið 350m3 oman og er umleið sama nøgd komin á vegin hesaferð.


Fólk frá Landsverki byrjaðu um sjey tíðina í morgun at rudda upp tað, ið komið er á vegin, so at ferðslan aftur kann koyra sum vanligt.

Tey, sum vilja vita meira um omanlopið á Syðradalsvegnum, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881.

Dato

Úrslit: