SKRIÐULOP: Nógva regnið hevur havt við sær, at eitt skriðulop hevur verið í Fossdali á Syðradalsvegnum, Streymoy.
Fólk frá Landsverki eru á staðnum og rudda alt burtur, sum er komið oman á vegin. Vegurin er opin aftur fyri ferðslu um ein tíma.
Tey, sum vilja vita meira um hetta evnið, kunnu venda sær til Dánjal Syderbø, økisleiðara á deildini fyri infrakervi, tel. 290 884 ella til kunningartænastuna tel. 290 805.