Tað var fríggjakvøldið um seks tíðina, at eitt skriðulop var á Syðradalsvegnum á Streymoynni. Tá komu umleið 10 tons av gróti oman á vegin, upplýsir Dánjal Syderbø, økisleiðari á vegadeildini á Landsverki.
Fólk frá Landsverki komu beinanvegin á staðið og ruddaðu upp tað, ið komið var á vegin, so at ferðslan aftur kundi koyra sum vanligt.
Tey, sum vilja vita meira um skriðulopið á Syðradalsvegnum, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881.