08-12-2025
Skipan av ferðsluni til og úr Dali í vetur
Mikudagin 3. desember var fundur í Dali, har ið dalbingar vórðu kunnaðir um, hvussu arbeiðið við tunlinum gongur, og hvussu ferðslan til og úr Dali verður skipað í vetur.

Hvussu gongur við tunnilsarbeiðinum?

Loftið í tunlinum og portalurin í Dali eru stoypt. Portalurin Húsavíkarmegin verður liðugur um ársskiftið. Arbeiðið við at vatntryggja tunnillin verður liðugt um nakrar vikur, og el-arbeiðið er byrja.
Vegarbeiðið Húsarvíkarmegin er liðugt, og asfaltarbeiðið í Dali verður liðugt til jóla.  

Skipan av ferðsluni í vetur

Sum vanligt ruddar, saltar og grevur Landsverk vegin til og úr Dali í vetur. Verður tað kavastormur og ikki koyrandi um Dalsbergið, fer Landsverk at skipa fyri raðkoyring gjøgnum tunnilin. Hetta er ein trygg loysn, sum órógvar arbeiðið í tunlinum minst møguligt. Um veðrið er sera ringt, kann vera nakað av bíðitíð áðrenn Landsverk kemur á staðið. Verður arbeitt inni í tunlinum, ávirkar tað eisini bíðitíðina. 
Á fundinum kunnaðu Politiið, Ambulansatænastan og Tórshavnar Sløkkilið um, hvussu tey fara at hjálpa, um ein neyðstøða tekur seg upp og tað ikki ber til at koyra á vegnum gjøgnum Dalsbergið.

Spurningar um ferðsluna

Hevur tú spurningar um ferðsluna til og úr Dali, ert tú vælkomin at ringja til Landsverk á 340 800.

 

 

Úrslit: