Tá ið viðskiftafólk møta í Hundsarabotni ella á Hústoft seinni í hesi vikuni eru mannagongdirnar í samband við vektina broyttar. Bilførarar skulu nú avgreiða seg sjálvar, tá ið bilurin skal vigast við og uttan vøru.
"Ein av fyrimununum við nýggju skipanini er, at viðskiftafólk nú kunnu avgreiða seg sjálvi. Tað minnir kanska nakað um, tá ið peningasjálvtøkurnar komu til landið. Tú sleppur undan at bíða eftir avgreiðslufólki, og avgreiðir bara teg sjálvan", sigur Ási Mikkelsen, rakstrarverkfrøðingur á asfalt og skervverkunum.
Mannagongdin: Viga inn og viga út
Nýggja mannagongdin er einføld. Tá ið ein lastbilur nærkast vektini, fer ein bummur upp, sum loyvir bilinum inn á sjálva vektina. Bilførarin skrivar síðan nakrar upplýsingar inn á ein skerm (display), sum er við vektina.
Tá ið hetta er gjørt, hevur bilførarin vigað seg inn. Bummurin í hinum endanum á vektini fer upp, so at lastbilurin kann koyra inn eftir vøruni. Tá ið bilurin kemur aftur við vøruni, vigar hann seg út aftur við at skriva nakrar upplýsingar (kundanummar, bilnummar o.s.fr.) á skermin. Nú hevur bilførarin vigað seg út, bummurin í hinum endanum fer upp, og bilførarin kann koyra avstað.
Vegleiðing á staðnum
Eingin nýtist at ørkymlast um, at tey ikki finna útav nýggju skipanini, tí vit koma at hava fólk á staðnum at vegleiða og siga okkara viðskiftafólkum, hvørjar upplýsingar tey skulu skriva á skermin, og hvussu tey annars skulu bera seg at", sigur Ási Mikkelsen. "Vit hjálpa alt vit kunnu og vóna, at viðskiftafólk okkara eisini vísa tolsemi, tí øll broyting krevur tíð.