Í einum lesarabrævi í Sosialinum 18. desember 2007, vendir Magni Fles sær beinleiðis til Landsverk við eini viðmerking og fyrispurningi um skeltingina við Norðskálatunnilin. Hann metir seg vera villleiddan av teimum skeltum, sum í dag standa við Norðskálatunnilin.
Vit eru samd í og tilvitað um, at kunningarskeltini hjá Landsverki ikki hava verið nøktandi. Í eitt tíðarskeið hevur tí verið arbeitt miðvíst við at betra skeltingina yvirhøvur hjá stovninum, soleiðis at kunningarskeltini verða greiðari, lætt lesiligari, meira standardiserað og eisini skillig hjá útlendingum í Føroyum.
Fyrstu skeltini av hesum slagi fara vónandi at síggjast beint eftir jól, og fara tey fyrstu at standa við Norðskálatunnilin. Eisini fara vit at síggja elektronisk kunningarskeltir á landsvegunum í nærmastu framtíð.