17-04-2009
Skeið um ES bygginormar og talgilda bygging

sambandi við at EU bygginormar eru tiknir í nýtslu í Danmark, skipar Byggiharrasamtak Føroya saman við Byggecentrum og Byggeweb fyri skeiði um innføring av ES bygginormum og talgildari bygging.

Skeiðini verða hildin á Hotel Hafnia í døgunum 26. og 27. mai 2009.

Skeiðið vendir sær til verkfrøðingar, byggifrøðingar, arkitektar og onnur, ið starvast við bygging hjá privatum og almennum stovnum og kommunum.

Skrá
26. mai, 09.0 – 12.00: Talgild bygging
27. mai, 09.00 – 15.15: ES bygginormar

Kostnaður og tekning
Kostnaður fyri skeiðið kr. 3.000,-.

Íroknað prísin er skeiðstilfar og matur.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at senda ein teldupost til udc@lv.fo.
Freistin at tekna seg er 15. mai 2009.

Eru spurningar til skeiðið, ber til at venda sær til Kristian Rasmussen á tlf. 540851 ella kristian@lv.fo.

Úrslit: