Í døgunum 5-6 november frá kl. 9.00-16.00 báðar dagarnar skipar Landsverk saman við donsku fyritøkuni “Byggecentrum” fyri skeiðnum “Kalkulation – pricipper, metoder og værktøjer” á Hotel Hafniu í Havn.
Skeiðið vendir sær í høvuðsheitum til fólk í byggivinnuni, og pláss er fyri 20 luttakarum.
Tekning
Boðast skal frá luttøku á t-post adressu jjo@lv.fo í seinasta lagi 10. september 2007. Vinarliga upplýsið arbeiðspláss, navn og starvsheiti.
Kostnaður
Skeiðið kostar kr. 5.000. Íroknað skeiðsgjaldið er skeiðstilfar og matur. Peningurin skal flytast á kontu nr. 9181-128.220.6 í Eik Banka í seinasta lagi 10. september 2007. Vinarliga viðmerkið “Byggecentrum skeið”.
Avboð skal gevast skrivliga í seinasta lagi eina viku áðrenn skeiðsbyrjan. Verður avboð givið seinni, verður 50% at gjalda av kostnaðinum.
Lesið annars frágreiðingina hjá Byggecentrum um skeiðið her