27-04-2005
Skeið í fyrstuhjálp

Um óhapp henda á vegunum ella aðrastaðni kann vitan um, hvussu farast skal fram, bjarga lívi og tí hevur Landsverk gjørt av at bjóða øllum starvfólkunum á skeið í fyrstuhjálp og brunaskeið.

Í apríl mánaða hava 55 starvsfólk verið á skeið, og í januar fara 38 starvsfólk afturat á brunaskeið og skeið í fyrstuhjálp. Skeiðleiðarar eru Jógvan Jensen og Jóhannis Nilssen frá HTF stovuni. Jákup N. Olsen, vegadeildin á Landsverki, er fyriskipari.



Um skeiðini
Millum 10-15 fólk hava verið á hvørjum skeiði og luttakararnir lata væl at skeiðnum, sum er læruríkt og viðkomandi.

Frálæran hevur verið givin við undirvísing við talvu, loysn av praktiskum uppgávum, sum t.d. at geva hjartamassagu, og í bólkarbeiðum.

Úrslit: