Eftir 1. januar 2008 skulu allir arbeiðstakarar/entreprenørar, SEV, kommunur og onnur, ið arbeiða fyri Landsverk ella grava í ella við landsveg hava prógv í ferðsluavmerking. Hetta verður eitt krav.
Landsverk skipar tí saman við Vejsektorens Efteruddannelse fyri skeiði í ferðsluavmerking á Hotel Hafniu 1-2. oktober og aftur 3-4 oktober.
Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði.
Tekning
Boðast skal frá luttøku á t-post adressu jno@lv.fo í seinasta lagi 14. september. Tekningin er bindandi. Vinarliga upplýsið arbeiðspláss, navn, starvsheiti og p-tal.
Kostnaður
Íroknað skeiðsgjaldið á kr. 6.000 er skeiðstilfar og matur. Peningurin skal flytast á kontu nr. 9181-128.220.6 í Eik Banka.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.