02-03-2007
Skeið í byggijura

Eitt skeið ætlað teimum, sum fyrireika ella luttaka í útbjóðingum av byggiverkætlanum.

Skeiðið verður útbjóðað í samstarvi millum Byggiharrasamtak Føroya og Føroya Handsverksmeistarafelag.

Málbólkur
Skeiðið er ætlað starvsfólki í byggifyritøkum, fyrisiting hjá byggiharrum, ráðgevum og øðrum, sum luttaka í byggiverkætlanum.

Innihald
Á skeiðnum verður undirvíst í løgtingslóg um útbjóðing v.m. og í avtalugrundarlagnum millum byggiharrar og arbeiðstakarar, ABF 06.

Skrá
Á skránni eru m.a. hesi evni:

- Lýsing av broytingunum í ABF í mun til gamla avtalugrundarlagið
- Høvuðsinnihaldið í ABF verður lýst við ástøði og dømum, herundir:

  • - Avtalugrundarlagið, herundir eisini trygdir og trygging
  • - Útinning av enterprisuni og gjaldsskyldan hjá byggiharrum
  • - Tíðarfreistleingjan og seinkan
  • - Handan av arbeiðinum og handfaring av manglum

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum verður Peter Andersen frá Håndværksrådet. Á skeiðnum verður skift ímillum ástøði og praktisk dømir.

Skeiðstaður og kostnaður
Skeiðið verður á Hotel Føroyum tann 18. og 19. apríl 2007. Luttøkugjaldið er kr. 4.500,- fyri limir og kr. 5.000,- fyri tey, sum ikki eru limir. Íroknað kostnaðin er vistarhald.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo

Tilmeldingarfreistin er 6. apríl 2007.

Úrslit: