15-02-2019
Skeið í BK17 – fyri tey, sum eru um byggiverkætlanir
SKEIÐ: Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið skipa nú aftur fyri skeiði um byggireglur, sum taka støði í BK17, ið er galdandi bygningskunngerð. Talan er um tríggjar ósamanhangandi skeiðsdagar, og fyrsti dagurin verður á Hotel Hafnia mánadagin tann 25. februar.

Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið bjóða nú í felag út skeið í galdandi byggireglum. Skeiðið er ætlað teimum, ið eru um byggiverkætlanir, so sum handverksmeistarum, byggileiðarum, verkætlanarleiðarum og tryggingar- og fíggingarstovnum. Komið verður inn á øll grundleggjandi viðurskiftir í BK17, ið tey, sum eru um verkætlanir, hava tørv á at vita meira um. Skeiðið verður hildið yvir tríggjar dagar; tað fyrsta 25. februar og hini bæði ávikavist tann 11. mars og 26. mars.

Tað er Ragnar Mouritsen frá Sp/f RAM, ið stendur fyri skeiðsdegnum tann 25. februar, og dagurin fer at taka støði í kapittul 7 í BK17, ið er ”Orka”. Hugt verður at orku sum heild við atliti at BK17, og greitt verður frá, hvussu kunngerðin verður brúkt í praksis. Fokus verður millum annað sett á dampsperrur og ”Blower door test” við úrslitum úr Føroyum.

Skráin fyri skeiðið er hendan:
08.15 Morgunmatur
08.30 Gjøgnumgongd av BK17 í  mun til orku, kap. 7

10.00 Steðgur

10.15 Broytt nýtsla og afturatbygningar
Orkurammu útrokning, Be15

12.00 Døgurðasteðgur

13.00 Dampsperra

14.00 Steðgur

14.15 Blowerdoor-test
15.30  Spurningar, kjak og eftirmeting
16.00  Liðugt

Restin av BK17 verður viðgjørd 2. og 3. skeiðsdag. Endamálið er at geva luttakarunum innlit í, hvussu BK17 verður brúkt í praksis; hvar er neyðugt at vera á varðhaldi, og hvørji atlit skulu takast.

Seinni í ár verður enn eitt BK17 skeið, sum er ætlað ráðgevum, byggimálsviðgerðum o.l.

Kostnaðurin er 4.900 krónur fyri allar tríggjar skeiðsdagarnar. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 22. februar kl. 12.00.

Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tlf. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”BK17 í praksis”. 

Úrslit: