16-04-2008
Skeið: Fuktur í bygningum

døgunum 28. - 29. mai skipar Landsverk saman við donsku fyritøkuni “Byggecentrum” fyri skeiðnum “Fugt i bygninger” á Hotel Hafnia í Havn. Fyrra dagin, t.e. tann 28. mai, er skeiðið frá kl. 8.30 -17.30, meðan tað seinna dagin, tann 29. mai, er frá kl. 8.30 – 15.00.

Skeiðið vendir sær í høvuðsheitum til fólk í byggivinnuni og teim, ið varða av bygningum. Avmarkað pláss.

Tekning
Boðast skal frá luttøku á t-post adressu sj@lv.fo í seinasta lagi 24. apríl 2008. Vinarliga upplýsið arbeiðspláss, navn og starvsheiti.

Kostnaður
Skeiðið kostar kr. 6.000. Íroknað skeiðsgjaldið er skeiðstilfar og matur. Luttakararnir fáa skeiðstilfarið á USB- stikki. Peningurin skal flytast á kontu nr. 9181-128.220.6 í Eik Banka í seinasta lagi 24. apríl 2008. Vinarliga viðmerkið “Byggecentrum skeið”.

Avboð skal gevast skrivliga í seinasta lagi tvær vikur áðrenn skeiðsbyrjan. Verður avboð givið seinni, verður 50% at gjalda av kostnaðinum.

Skeiðið er stytt nakað í mun til donsku útgávuna og er uttan gisting. Lesið annars meira um skeiðið her.

Úrslit: