Fólk hjá Landsverki hava staðfest, at útluftingarskipanin, sum er partur av trygdarútbúnaðinum, og sum situr undir loftinum á Leynatunlinum, hevur fingið skaða. Talan er um eina viftu, sum hevur fingið ein stoyt, og helst er tað eitt ov høgt lessað akfar, sum er atvoldin til skaðan.
Óvist er, hvør hevur gjørt skaðan í Leynatunlinum. Heitt verður tí á fólk, sum møguliga hava sæð tilburðin, um at seta seg í samband við Landsverk ella løgregluna.
Ov høg akfør í tunlum ein trupulleiki
Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at bilar eru ov høgir og gera skaða á trygdarútbúnaðin og tunnilin sjálvan. Sambært ferðslulógini skulu akfør við lessi ikki vera hægri enn 4 metrar. Hóast hetta, kemur tað alt ov ofta fyri, at akfør, ið eru hægri enn loyvt er, koyra ígjøgnum tunlarnar. Úrslitið er, at hesi akfør ofta gera skaða á bæði trygdarútgerð, sum eitt nú viftur ella ljós undir loftunum, ella á tunnilin sjálvan. Hetta kann í ringasta føri ganga útyvir ferðslutrygdina í tunlunum og hava álvarsligar avleiðingar við sær fyri tey, sum eftirfylgjandi koyra inn í tunlarnar.
Ávaringarskipan skal steðga ov høgum akførum
Fyri at betra um trygdina, tá ið koyrt verður í tunlum, fer Landsverk nú at royna eina ávaringarskipan uttanfyri Leyna- og Norðskálatunnilin, sum ávarar bilførarar, tá ið akfarið er lessað ov høgt. Talan er um elektroniskar hæddarmátarar, sum máta hæddina á akførum, áðrenn tey koma til tunnilsmunnan. Er akfarið ov høgt, ávarar skipanin bilføraran, men hon ger ikki bara tað. Hon steðgar eisini akfarinum, tí ein bummur fer niður og boð verða send løgregluni. Skipanin verður tikin í nýtslu ísv. at Leynatunnilin nú verður endaliga dagførdur.