07-05-2009
Skaði á útluftingarskipanina
KOLLAFJARÐARTUNNILIN: Útluftingarskipanin í Kollafjarðartunlinum hevur fingið skaða í trimum støðum, og skaðin verður nú umvældur.

Fólk ringdu týskvøldið 05. mai til politiið og boðaðu frá, at útluftingarskipanin, sum situr undir loftinum á Kollafjarðartunlinum hevði fingið skaða. Nærri kanningar vístu, at trý sett av kontaktum vóru farnar í útluftingarskipanini. Kontaktirnar vóru skrædnaðar undan anlegginum, og helst er tað eitt ov høgt lessað akfar, sum hevur rivið kontaktinar niður.

Landsverk fer sum skjótast undir at umvæla skaðan. Ferðslan verður nakað tarnað meðan arbeiði fer fram. Tað er kortini framvegis trygt at koyra gjøgnum tunnilin, tí helvtin av útluftingarskipanini virkar framvegis.

Óvist er hvør, ið hevur gjørt skaðan í Kollafjarðartunlinum. Tey, sum ringdu til politiið, vóru fólk, sum komu koyrandi gjøgnum tunnilin, eftir at skaðin varð hendur.

Landsverk er í løtuni í ferð til at gera ávaringarskipanir uttanfyri tunlarnar, sum ávara bilførarar um, tá ið akfarið er lessað ov høgt.

Heitt verður á fólk, ið kunnu koma við upplýsingum um tilburðin at siga Landsverki ella politinum frá.

Úrslit: