Yvirgangsatsóknin á World Trade Center 11. September 2001 var beinleiðis atvoldin til herðingar í altjóða sáttmálanum um trygdargóðkenning innan sjóøkið, SOLAS (Safety of Life at Sea), herundir havnum. Nú eru 14 føroyskar havnir altjóða trygdargóðkendar. Tann seinasta í røðini er Sjóvar Havn.
Góðar tveir mánaðir eftir yvirgangsatsóknina í New York í 2001 gjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, at fara undir at kanna tørvin av at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk móti atsóknum á skip og havnir.
Á eini ráðstevnu 12. desember árið eftir samtykti IMO-felagsskapurin nakrar broytingar, sum skuldu verða fult settar í gildi í juli 2004. Sáttmálin setir ávís krøv til tiltøk og ætlanir, sum havnirnar skulu seta í verk, og sum síðani landsmyndugleikarnir skuldu góðkenna.
Landsverk fekk frá landsstýrismanninum í vinnumálum í 2004 til uppgávu at røkja myndugleikauppgávurnar í sambandi við at verja havnir móti yvirgangi.
14 havnir eru nú góðkendar eftir hesum trygdarreglum. Tær eru havnirnar í Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Toftum, Miðvági, Sørvági, Fuglafirði, Vestmanna, Vági, Tvøroyri, Sundalagnum, Eiði, Leirvík og nú eisini Sjóvar havn.
Tey, sum vilja vita meira um altjóða trygdargóðkenningina av føroyskum havnum, kunnu venda sær til Ewald Kjølbro, leiðara á havnadeildini á Landsverk, tlf. 290 861, ella til kunningardeildina á tlf. 290 804 ella 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.