11-06-2009
Sjey vilja sleppa at gera Leivíksvegin
LISITATIÓN: Tilboðini at gera Leirvíksvegin vóru latin upp í dag. Millum tey vanligu boðini vóru útvið 12 milliónir krónur á muni millum hægsta og lægsta tilboðið

Lisitatiónin var á høvuðskrivstovuni hjá Landsverki aftaná døgverða.

Sjey vanlig boð vóru. Tað lægsta ljóðaði upp á 29,3 milliónir krónur. Boðið eigur eitt samtak, umboðað av feløgunum RTS, JHR Entreprenørar og Sea-Star Contractors. Hægsta boðið átti Valbjørn Dalsgarð. Tað var upp á 41,1 milliónir krónur.

Umframt tey sjey vanligu boðini, vóru eisini tvey alternativ boð, sum bæði lógu niðanfyri tey vanligu boðini. Tað lægsta var upp á 26,8 milliónir krónur, og tað átti Articon. Alternativu boðini merkja, at felagið hevur loyst onkrar uppgávur øðrvísi enn lýst er í útbjóðingartilfarinum.

Arbeiðið í Leirvík snýr seg í høvuðsheitum um at gera ein meira enn 1600 metrar langan landsveg gjøgnum Leirvíkar bygd. Eisini skulu gerast m.a. tvær rundkoyringar og tvær brýr, og bátahylurin skal dýpast.

Høvuðsarbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 1. desember í 2010.

Ætlanin var at lisitatiónin skuldi vera 4. juni, men hon varð útsett til í dag.

Vanlig tilboð:
Samtakið RTS,JHR Entreprenørar
og Sea-Star Contractors: 29.363.702
Articon: 30.567.617
J&K Petersen: 31.327.482
HZ Gravimaskinur: 32.515.381
Norðhús: 35.693.000
Ístak: 36.710.288
Valbjørn Dalsgarð: 41.181.731

Alternativ tilboð:
Articon: 26.879.175
J&K Petersen: 27.213.125

Úrslit: