16-11-2022
Síðsta skotið latið í tunlunum norður um Fjalll
Týsdagin 16. november varð skotið ígjøgnum í Hvannasundstunlinum. Í hesum sambandi var hátíðarløta omanfyri Norðtoftir. Tað vóru teir báðir Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið trýstu á knøttin.

Horntónleikurin ljómaði, og nógv fólk varð savnað til hátíðarløtuna omanfyri Norðtoftir. Hýrurin var góður, hóast ringa veðrið, og tað var eyðsæð at fólk gleddust um, at tey nú vóru eitt stig nærri einum tíðarhóskandi sambandi við restina av landinum.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki bar fram røðu, har hann millum annað segði: 

"Ein nýggjur tunnil í Føroyum er ikki bara ein í røðini. Ein nýggjur tunnil er meira enn borimaskinur, dynamitt, betong og asfalt. Ein nýggjur tunnil er so nógv meira enn tað. 

Ein nýggjur tunnil er eitt fet inn í framtíðina. Tað vita vit Føroyingar, sum seinastu 60 árini hava bundið samfelag okkara saman við vegum, brúm og tunlum. 

Ein tunnil er eitt gjøgnumbrot. Eitt portur inn í ein nýggjan heim. Eitt portur, sum knýtir land og fólk saman, sum styttir um og knýtir sterkari bond. 

Tað eru serligar tíðir í dag. Tí í dag standi eg einsamallur her og haldi røðu, áðrenn vit um skamma stund fara at trýsta á knøttin, sum endaliga brýtur nýggju tunlarnar norður um fjall ígjøgnum." 

Eftir røðuna skutu teir báðir, Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið eru elstu borgarar í ávikavist Hvannasundi og Árnafirði síðsta skotið fyri tunlunum norður um Fjall.   

Úrslit: