27-09-2011
Síðsta hond verður løgd á fyrireikingina til útbjóðing av Skúladeplinum

Arbeitt verður í løtuni av øllum alvi fyri at áseta treytirnar í útbjóðingini av komandi Skúladeplinum við Marknagil. Landsverk metir, at innan tvær vikur kann arbeiðið verða boðið út, soleiðis at sáttmálar um bygging kunnu verða  undirskrivaðir í januar 2012.

Útbjóðingin er seinkað nakað í mun til upprunaligu ætlanina. Orsøkin til hetta er, at nýggja leiðslan á Landsverki í summar hevur nýtt høvi til enn eina ferð at gjøgnumganga alt fyrireikingararbeiðið, sum higartil er gjørt, herundir útbjóðingarleistin. Hetta fer tó ikki at seinka verkætlanini, tí byggitíðin av skúladeplinum frammanundan er longd við einum ári til 2015.

Talan er um Føroya størstu byggiverkætlan nakrantíð, og skal sum mest fáast fyri játtaða peningin og best møguligir námsfrøðiligir karmar tryggjast, er sera týdningarmikið, at fyrireikingararbeiðið er so væl frágingið, sum yvirhøvur tilber. Henda verkætlan er eisini eitt gylt høvi hjá føroyskari vinnu at førleikamenna seg á nógvum ymiskum økjum.

Ætlanin var upprunaliga at bjóða verkætlanina út í áleið 25 fakentreprisum. Nýggja leiðslan á Landsverk metir ikki, at valdi leisturin er tann rætti. Landsverk hevur tí valt at viðgera henda stóra og sera týdningarmikla spurning um útbjóðingarleistin enn eina ferð, og hevur seinastu tíðina samskift við Mentamálaráðið og Vinnuhúsið um hetta evnið. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við umboðum fyri Landsverk, Mentamálaráðið og Vinnuhúsið, situr og arbeiðir við hesum máli, og miðað verður ímóti, at arbeiðsbólkurin komandi viku verður liðugur við sítt arbeiði.

Allir partar eru samdir um at arbeiða fyri eini loysn, sum skal tryggja, at skúladepilin fæst fyri tann rætta prísin, samstundis sum verkætlanin skal koma føroyskari vinnu og øllum tí føroyska samfelagnum til gagns.

Skúladepilin við Marknagil, sum fer at hýsa teimum trimum miðnámsskúlunum – Tekniska Skúla í Havn, Handilsskúlanum og Studentaskúlanum í Hoydølum – verður góðar 19.000 fermetrar til støddar. Byggijáttanin er 391 mió. krónur; tá er innbúgv, útgerð og annað leysafæ ikki íroknað.

Um nakar vil vita meira um hetta evnið, kann viðkomandi venda sær til Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, ella til samskiftistænastuna, tlf. 290 804/290 805.

Úrslit: