Gunnlaugur Sighvatsson frá Landsverki í holt við at seta upp vevmyndatól á Vatnsoyrum í gjár.
Landsverk hevur samanlagt 16 veðurstøðir kring landið, sum sjálvvirkandi skráseta upplýsingar um vind, ætt, hita og avfall.. Tólv av hesum veðurstøðum vísa nýggjar mátingar hvønn 10. minutt, og hinar fýra, hvønn tíma. Hesir upplýsingar verða í høvuðsheitum varpaðir út umvegis:
Kringvarp Føroya
www.landsverk.fo
Sms-skipanina hjá Landsverki (lv vedur) (1909)
o.a.
Sum eina roynd eru vit hjá Landsverki nú farin eitt stig víðari, og eru byrjað at knýta vevmyndatól at veðurstøðunum, so tann vitjandi á okkara heimasíðu nú eisini fær møguleikan at síggja myndir av veðrinum, har veðurstøðirnar eru. Sí yvirlit yvir veðurstøðir hjá Landsverki her
Arbeiðið at knýta vevmyndatól at veðurstøðunum byrjaði í gjár. Enn er tað bara veðurstøðin á Sundi, sum er knýtt at einum slíkum vevmyndatóli á heimasíðuni, men um nakrar vikur eru nærum allar veðurstøðir útgjørdar við vevmyndatóli.
Endamál
Talan er fyrst og fremst um eina eyka tænastu til bilførarar. Umframt at hoyra veðrið í útvarpinum og lesa um tað ymsastaðni, kunnu ferðandi á vegunum nú eisini síggja veðurlíkindini á vegnum í ávísum økjum á www.landsverk.fo.
Hvussu finnur tú hesar upplýsingar?
Ynskir tú at vita hvussu veðrið sær út á Sundi, trýstir tú á veðrið/veðurmátingar her á heimasíðuni, og síðani á vevmyndatólið við Sund. Tú fært tá eina mynd fram á skíggjan. Trýst á myndina, og hon verður størri. Á myndini fært tú upplýst dag og klokkutíð, og nær myndin var tikin. Myndirnar verða dagførdar hvønn hálvan tíma.