05-10-2008
Seta ljós upp í Leynatunlinum

DAGFØRING: Arbeiðið at gera kansteinar og seta upp ljós í Leynatunlinum er byrjað. Hetta er partur av arbeiðinum at dagføra tunnilin, sum verður gjørt í vetur.

Sum nógv hava lagt til merkis er Leynartunnilin í hesum døgum stongdur fyri ferðslu um næturnar.

Orsøkin er, at arbeitt verður við teimum fyrstu tiltøkunum at dagføra tunnilin, so at hann verður betri og tryggari at koyra í - eins og gjørt er í Norðskálatunlinum.

Ljós og kantsteinar
Arbeiðið, sum fer fram beint nú er at seta upp ljós í tunlinum, stoypa kansteinar og at gera eina frárenningarskipan.

Ljósskipanin, sum verður sett upp er øðrvísi enn skipanin í hinum tunlunum. Talan er um eina royndarskipan, sum er sett saman av vanligum ljósi og dioduljósi. Dioduljósið verður nýtt um náttina og er orkusparandi og umhvørvisvinarligt.

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt ljós verður roynt í føroyskum tunli. Skipanin kann eisini lagast soleiðis til, at ljósið um náttina bert er tendrað meðan akfør eru í tunlinum. Hendan skipan fer tó ikki at virka beinanvegin. Tað er El-Service, sum setir ljósið upp.

Arbeiðið at gera kansteinar í tunlinum verður gjørt við eini nýggjari kansteinsmaskinu, sum Landsverk hevur útvegað sær í ár. Hetta gongur sera skjótt. Við nýggju maskinuni ber til at stoypa fleiri hundrað metrar av kansteini eftir eini nátt.

Samstundis verður gjørd ein frárenningarskipan, so at vatn ikki savnast á koyribreytini. Ristir verða settar niður í kantsteinin, sum svølja vatnið, sum vanliga savnast í einum tunli.

Kanststeinar, avvatningarskiapn og ei n partur av ljósinum verður liðug í ár. restin av ljósskipanini, ventiation, trygdarútgerðin og el-arbeiðið annars, verða liðug í apríl næsta ár.

Fleiri tunlar dagførdir
Umframt arbeiði, sum nú fer fram er ætlanin at seta upp ventilasjón og trygdarútgerð í Leynatunlinum.

Frammaundan er Norðskálatunnlinin dagførdur, so at hann lýkir trygdarkrøvini. Tá ið arbeiðið í Leynatunlinum er fingið frá hondini verður eftir ætlan farið undir at dagføra Kaldsbakstunnilin og Leirvíkstunnilin.

Meðan arbeiðið at dagføra Leynatunnilin fer fram, er tunnilin stongdur fyri ferðslu um náttina millum klokkan 22.00 og 06.00. Tó sleppur ferðslan gjøgnum tunnilin kl. 24.00, 02.00 og kl. 04.00.

Roknast kann eisini við, at ferðslan verður nakað tarnað um dagin, tá arbeitt verður við at leggja niður rør til avvatningarskipanina. Tí verður bilførarar bindir um at vera varnir.

Úrslit: