Flogvallaviðurskiftini í Føroyum hava verið nógv umrødd, og hava fleiri hugskot um plasering av nýggjum flogvølli verið frammi í seinastuni. Herfyri var eitt uppskot um flogvøll í Nólsoy hjá Magnusi Hansen, arkitektur í Havn, kunngjørt í fjølmiðlunum. Talan er um ein langan vøll og ein styttri tvørgangandi vøll í Nólsoy.
Landsverk hevur kannað hetta uppskotið nærri, og hevur seinastu vikurnar saman við serfrøðingum uttanlands kannað, um uppskotið lýkur galdandi myndugleikakrøv, og leystliga mett um nøgdir og kostnað.
Longri vøllurin
Niðurstøðan er í stuttum, at tað ikki ber til at gera tann longra vøllin uttan undantaksloyvir og ivasamt er, um hesi yvirhøvur kunnu fáast. Sjálvt við undantaksloyvum, verða trupulleikar við inn- og útflúgving norðureftir, og stórur vandi er fyri turbulensi - eisini tætt við vøllin, og vøllurin verður sera kostnaðarmikil.
Styttri tvørgangandi vøllurin
Tað verða ikki trupulleikar við inn- og útflúgving. Styttri vøllurin kann verða 1.800m langur til fráferð og 1.480m til lending. Tað skulu harumframt nýtast sera stórar nøgdir av gróti til uppfylling, og verður kostnaðurin tí eisini hareftir.
Afturat hesum skal ein undirsjóvartunnil og ein vegur gerast frá meginlandinum til Nólsoyar.
Kostnaðarmeting (leystliga mett)
Longri vøllurin3.200m v/tunli3,0 mia.Styttri vøllurin1.800m v/tunli2,7 mia.Krossvøllur3.200m/1.800m (1.480m) v/tunli4,8 mia.Krossvøllur2.200m/1.800m (1.480m) v/tunli3,2 miaUndirsjóvartunnil Undirsjóvartunnil einsamallur600 mió.
Upprit og tekningar
Uppritið, sum Landsverk hevur gjørt, kann heintast her: Flogvoll-Nolsoy.doc(299 B)
Tekningarnar, sum Landsverk vísir til í uppritinum, kunnu heintast her: