Sum kunnugt hevur eitt sakarmál verið millum eitt fyrrverandi starvsfólk á stovninum og stovnin. Málið snúði seg um, at stovnurin metti, at óreglusemi var farið fram 11. og 12. februar 2004, og endaði hetta við, at starvsfólkið fór úr starvi. Málið hevur nú verið fyri í Landsrættinum. Rætturin staðfesti, at tað var týðiligt, at óreglusemi var farið fram. Tó metti rætturin, at ein procedurefeilur var farin fram í sambandi við uppsøgnina, har hoyringsviðurskiftini ikki høvdu verið nøktandi. Út frá niðurstøðuni hjá rættinum er gjørd semja um, at starvsfólkið, umframt tað sum svarar til eina vanliga uppsøgn, fær uml. 50.000 kr. í endurgjaldi.