14-06-2007
Seminarið: "Kunden i centrum."

Seminarið: "Kunden i centrum."

Seminarið "Kunden i centrum", sum NVF 11* skipaði fyri á Hotel Føroyum í gjár, hevði eina áhugaverda og fjølbroytta skrá.

Landsverk: 1909 sms-tænastan
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, legði fyri við eini framløgu um nýggju 1909 sms-tænastuna hjá Landsverki. Við hesi tænastu ynskir Landsverk at leggja dentin á visiónsorðini "tænasta, fólkið og trygd", sum eru trý av teimum fimm visiónsorðunum hjá Landsverki.

1909 sms-tænastan, so ert tú altíð tilbúgvin
Fyrr í ár sendi Landsverk ein faldara um 1909 sms-tænasturnar út í hvørt húsarhald í Føroyum. Øll kenna vit koyrilíkindini og kunngerðirnar frá Landsverki í útvarpinum. Um fólk ynskja hesar upplýsingar óheft av tíð og staði, ber tað nú til umvegis fartelefonina. Tú kanst senda fyrispurningar so hvørt, tú hevur brúk fyri tí, ella tekna teg fyri kunngerðum ella koyrilíkindum. Les meira um tænasturnar her.

Talan er um eina skipan, sum Landsverk hevur fingið gjørt í samstarvi við ISUUS Mobile.

Eik: Image broytingin
Øllum kunnugt fekk Eik herfyri eina "andlitslyfting" við nýggjum navni, sniði o.a. Í síni framløgu hendan dagin, lat Ólavur Jensen, marknaðarleiðari hjá Eik, dyrnar upp fyri okkum, so vit fingu eitt sindur meira at vita um hesa spennandi tilgongd bankans.


Her hevur verið arbeitt sera miðvíst fram ímóti einum samlaðum pakka við bæði navni, sniði, tænastum og starvsfólkum fyri at fáa allar hesar lutir at ganga upp í eina hægri eind við tí fyri eyga at koma nærri kundanum.

Størri umfatandi kanningar eru gjørdar fyri at koma so tætt ynskjunum hjá kundunum sum yvirhøvur til ber, og tí sum kundin væntar av einum banka.

Í dag hevur bankin lagt tað gamla og meira stirvnað/siðbundnað aftur um seg og stýrir við fullari ferð fram ímóti at verða tann meira progressivi bankin við fokusi á og tíð til einstaka kundan.

Aðrar framløgur
Eftir hetta vóru framløgur frá teimum ymisku londunum, sum eru umboðað í NVF 11. Stundir vóru ikki til at hoyra hesar framløgur, men fáa vit møguliga ein samandrátt seinni.

* FAKTA UM NVF
NVF-seminarini verða fyriskipað av Norrøna Vegatekniska Sambandinum. Landsverk hevur verið limur í NVF síðan 1975. Tað er ein felagsskapur við fleiri enn 800 limum, ið hevur til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum fakfólk í Norðurlondum. NVF 11 er ein bólkur undir NVF, sum virkar fyri menning av kunningar- og samskiftistøkni (IKT) í vegaumsiting og ferðsluskipanum í Norðurlondum. Les meira á www.nvf11.org

Úrslit: