Hósdagin 14. desember verður seinasta skotið latið av í Hovstunlinum. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennum hátíðarhaldi í arbeiðshøllini hjá Ístak í Tjaldavík.
Skrá:
Kl. 14.00 letur fyrrverandi formaður hjá Landsverki í Sumbiartunlinum, Olaf Johannesen, seinasta skotið av í Hovstunlinum. Aftaná byrjar almenna hátíðarhaldið í arbeiðshøllini hjá Ístak í Tjaldavík við røðum, kaffi og kransakøku.
Øll eru vælkomin.
Kl. 18.00 verður veitsla fyri innbodnum í gistingarhúsinum í Øravík, har Landsverk er vertur.