Við lisitatiónina hjá Landsverki 12. juli 2005, er úrslitið, at íslendska fyritøkan Ístak hevur lægsta boðið av fýra (kr. 126.668.934,-) uppá arbeiðið at gera vega- og tunnilssamband millum Øravík og Hov.
Klokkan 15:00 hin 7. september 2005 liggur so sáttmálin millum Landsverk og Ístak á borðinum í fundarhølinum hjá Landsverki í Tórshavn. Nú er klárt at undirskriva.
Eitt sindur øðrvísi tiltak
Eini 20 fólk støkka inn á gólvið hjá Landsverki hendan dagin. Umframt sjálva undirskrivingina vóru tvær smærri framløgur um verkætlanina. Hetta er ein roynd at skapa meira opinleika og geva fólki betri innlit í verkætlanina, og hvussu alt arbeiðið verður skipað. Tiltakið royndist sera væl og er avgjørt nakað, sum Landsverk vil taka upp aftur.
Síðani fór sjálv undirskrivingin fram, har stjórarnir hjá Landsverki og Ístak skrivaðu undir.
Teir ynskja hvørjum øðrum góða eydnu við arbeiðinum og gleða seg til eitt spennandi og gevandi samstarv.
Sambært Hermann Sigurðsson, Chief Engineer hjá Ístak, byrja teir beinanvegin í oktober í ár uppá tunnilsvegin øravíkarmegin.