13-03-2019
Sáttmálin um Hvalbiartunnilin undirskrivast í morgin
VERKÆTLAN: Fyrrapartin í morgin undirskrivar Landsverk arbeiðstakarasáttmála við Samtakið Articon um gerð av nýggjum Hvalbiartunli og tilkoyringarvegum.

Síðsta vikuskiftið var kunnandi fundur hildin suðuri í Salt um nýggja Hvalbiartunnilin. Talan var um ein góðan fund, har bæði Landsverk, Articon, hvalbingar, politikkarar og onnur førdu fram síni sjónarmið um nýggju farleiðina til Hvalbiar.

Nú er komið so væl áleiðis millum partarnar í sáttmálasamráðingunum, at sáttmáli verður undirskrivaður á Landsverki fyrrapartin í morgin klokkan 09.00. Tá fara virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, at skriva undir arbeiðstakarasáttmálan. Eisini verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hjástaddur, tá undirskrivað verður.

Úrslit: