08-03-2005
Sáttmáli við Vága Vaktarhald

Í dag 8. mars er ein 2 ára sáttmáli gjørdur millum Vága Vaktarhald og Landsverk, í sambandi við rakstur og vaktarhald av langtíðarparkerings-økinum.

Ætlanir
Vága Vaktarhald ætlar at gera eina heimasíðu, har allar upplýsingar um parkeringsøkið verða at síggja, t.d. um prísir og sertilboð. Tað fer at bera til at bíleggja sær pláss á heimasíðuni og at síggja, í hvønn mun akfør eru tryggjaði á økinum.

Ætlanin er eisini at seta upp eitt vevkamera, og á heimasíðuni at vísa, hvar langtíðarparkeringsøkið er og hvussu tað er uppmerkt. Her er adressan til heimasíðuna, sum er í gerð. www.dognparkering.com

Sjónvarpsansingartól og eitt nýtt, betri hoskandi avgreiðsluøki er eisini í ætlanunum hjá Vága Vaktarhaldi.

Vága Vaktarhald heldur til í Sørvági. Hans Olaf Debes er stjóri. Hann kann hittast á tlfnr 210875 og til ber at senda fax til 332875

Teldupostadressan er dognparkering@dognparkering.com

Betri tænastu
Til tess at bjóða viðskiftafólkum betri tænastu, tá tey nýta langtíðarparkeringsøkið, varð í desember 2004 rakstur og vaktarhald av langtíðarparkeringsøkinum boðið út. 9 tilboð komu inn og sum nevnt vann Vága Vaktarhald lisitatiónina, sum var 24. januar 2005.

Úrslit: