Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu. Sambýlið fær 24 búpláss, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Tvær íbúðir verða bygdar í hvørjari eind til fólk, sum hava heilt serligan tørv á at verða vard ímóti óljóði og órógvi. Í øllum eindum verða felagshøli og felagskøkar og allar íbúðir hava møguleika fyri beinleiðis inngongd uttanífrá.
Bygningurin er 2.090 fermetrar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum.
Eftir ætlan verður verkætlanin liðug í endanum av 2027.

