08-10-2010
Sáttmáli um Leirvíkarvegin undirskrivaður

Í dag fríggjadagin 8. oktober er sáttmáli um Leirvíkarvegin undirskrivaður millum Landsverk og eitt samtak millum byggifeløgini JHR Entreprenørar og RTS Contractors, sum áttu lægsta tilboðið. Tekniskur ráðgevi er Landsbyggifelagið.

Arbeiðið fevnir um gerð av vegi eftir verandi vegi oman fyri havnarlagið, um bátahylin úti á støð yvir av Kráartanga, gjøgnum fjørðuna í Kettuvíkini til íbindingina í tunnilsvegin til Norðoyatunnilin. Teinurin er umleið 1.800 metrar langur.

Eystur Kommuna hevur góðkent og undirskrivað avtaluna við Landsverk, ið byggir á verklagslógina, sum varð samtykt í Løgtinginum áðrenn summarfrítíðina. Samlaða kostnaðarmetingin er 45 mió. krónur, harav 5 mió. krónur eru endurgjald til Eystur Kommunu fyri bátahyl og lendi.

Fyri Landsverk undirskrivaði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, og fyri samtakið undirskrivaðu Jóhannes Johannesen, stjóri í JHR Entreprenørar, og Svend Lamhauge, stjóri í RTS Contractors.

Arbeiðið, sum fer í gongd í næstum, er mett at taka 19 mánaðir.

Um nakar vil vita meira um málið, ber til at seta seg í samband við Oyvind Brimnes, stjóra, tlf. 290801, ella til kunningina á Landsverki, tlf. 290804 ella 290805.

Úrslit: