26-02-2010
Samstarvið um skúladepil undirskrivað

Frá vinstru Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, Finn Nørkjær, projekteringsleiðari, BIG, Svend Sivertsen, arkitektur, Fuglark, og Ole Elkjær Larsen, arkitektur, BIG.

Fyrrapartin skrivaðu Landsverk og Team Fuglark undir sáttmála um tekniska ráðgeving – herundir projektering – í samband við Skúladepilin við Marknagil.

- Hetta er størsta bygningsverkætlan í Føroya søgu, sum vit í dag formliga seta sjøtil á. Ein sera spennandi verkætlan, segði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Tað var í desember, at ein dómsnevnd valdi Team Fuglark til høvuðsráðgevarar í samband við skúladepilin. Talan er um eina rágevara- og projekteringsuppgávu, sum kostar á leið 37 mió. krónur. Samlaði fíggjarkarmurin er sambært verklagslógini 391 mió. krónur.



- Fakliga er hetta ein spennandi uppgáva, vit her standa yvir fyri, og persónliga kenna vit okkum sera væl móttikin í Føroyum, segði Finn Nørkjær (myndin), projekteringsleiðari frá BIG – Bjarke Ingels Group, eftir at hava skrivað undir sáttmálan saman við Oyvindi Brimnes.



Eftir undirskrivingina handaði stjórin á Landsverki landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, sáttmálan.

- Hetta er ein stór løta fyri okkum. Tað verður nakað, áðrenn vit aftur fara at í gongd við nakra so stóra byggiætlan, segði landsstýriskvinnan. Hon fegnaðist um tað góða samstarvið millum partarnar í verkætlanini og legði dent á týdningin av, at bæði tíðarætlan og ikki minst kostnaðarætlan fara at halda.

Visjónin fyri skúladepilin er millum annað, at depilin skal vera eitt stað har opinleiki, demokrati, fakleiki, almenn siðmenning, nýhugsan og námsfrøðilig nýmenning eru sjónlig. Bygningurin skal geva møguleikar fyri at skipa undirvísingina kreativt, nýhugsandi og slóðbrótandi bæði fakliga og námsfrøðiliga.

Í grundgevingini fyri at velja toymið Fuglark legði dómsnevndin dent á, ”at toymið í allari tilgongdini hevur sýnt ein megnar vilja og eitt væl orðað arbeiði við uppskotinum og sniðgevingini av hugskotinum.” Somuleiðis heldur dómsnevndin eisini, ”at uppskotið á ein sannførandi hátt livir upp til tað høga støðið, ið var sett fyri uppgávuna”.

Í ráðgevaratoyminum eru Fuglark, BIG – Bjarke Ingels Group, Lemming & Eriksson, Sámal Johannesen, Martin E. Leo og KJ Elráð.

Eftir ætlan verður Skúladepilin við Marknagil liðugur á sumri 2014.

Úrslit: