27-09-2007
Samstarv um ferðslusanering í Miðvági og Sandavági

Tvær av stóru kommununum í Vágum, Sandavágs kommuna og Miðvágs kommuna, hava í eitt longri tíðarskeið roynt at loysa ferðslutrupulleikarnar á høvuðsvegnum, bæði hvør sær og saman.

Í staðin fyri at kommunurnar hildu fram at arbeiða við hvør sínari loysn og Landsverk møguliga við eini triðju, hava hesir partar nú gjørt av at fara saman í eitt samstarv, har Politiið eisini er við.


Fyrireikingararbeiði farið í gongd
Ein stýrisbólkur er longu settur við einum arbeiðsbólki undir sær. Arbeiðsbólkurin skal lata stýrisbólkinum eitt tilmæli í ár um eina ferðslusaneringsverkætlan fyri samlaða økið. Fyrireikingararbeiði er sostatt av álvara farið í gongd.

Ávirkan
Fyri at fáa eina so optimala loysn sum til ber, fer arbeiðsbólkurin at seta seg í samband við áhugabólkar í økinum og kommunustýrini í kommununum, fyri at hoyra teirra sjónarmið um tørv o.a.. Hetta skal viðvirka til at loysnin vónandi fær longri livitíð, og verkætlanin annars útviklar seg tann vegin, sum lokalsamfelagið ynskir tað. Hesi gerast soleiðis eisini partur av tilgongdini.

Heildarætlan
Hetta samstarv skal slóða fyri einum ferðslusaneringsprosjekti, sum strekkir seg heilt frá vestara sonuskeltinum í Miðvági til norðara sonuskeltið í Sandavági.

Partarnir eru samdir um eina heildarætlan fyri alt hetta samlaða vegastrekkið, og skal tað fyrst og fremst bøta um ferðslutrygdina í øllum økinum. Ætlanin fer eisini at fevna um gangandi og súkklandi ferðslu millum bygdirnar - ísv. skúlan á Giljanesi serliga.



Hvør rindar sítt
Orsøkin til at Landsverk er partur av hesi ætlan kemst fyrst og fremst av, at partur av verkætlanini er landsvegur. Semja er somuleiðis partanna millum um, at hvør rindar sín part, ella fyri sítt økið.


Tíðindafundur
Tá ið allir partar eru samdir um, hvussu ferðslusaneringin fyri Miðvág/Sandavág skal síggja út, verður ætlanin løgd fram av pørtunum á einum tíðindafundi. Tað verður kunngjørt í góðari tíð frammanundan, nær og hvar tíðindafundurin verður.

Úrslit: