21-12-2004
Samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði

23. desember 2004 kl 12.30 verður nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði alment tikin í nýtslu. Tá Smyril kemur at bryggju kl 12.30, verður í hesum sambandi alment hátíðarhald.

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin og letur Strandfaraskipum Landsins samferðsluhavnina til nýtslu. Kristian Davidsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, er næsti røðari, og síðani fær Jóannes Eidesgaard, løgmaður, orðið. Tað verður løgmaður, sum sker snórin og tekur samferðsluhavnina alment í nýtslu.

Eftir hetta bjóðar Landsverk til móttøku umborð á Smyrli. Tvøroyrar hornorkestur spælir til hátíðarhaldið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Úrslit: