Ferðsluplanlegging

MOBILITY MANAGEMENT
ES arbeiðir í løtuni við at eggja til menning og fremjan av ‘mobility management’, sum tekur fyrilit fyri veðurlagsbroytingum, burðardyggum flytføri, heilsusjónarmiðum og at skapa dragandi bústaðarøki. ‘Mobility management’ kann umsetast beinleiðis til ‘skipan av flytføri’, og tað er eitt heiti fyri ymsar hættir og amboð til frama fyri burðadygga ferðslu og flytføri. Við ‘mobility management’ kann eftirspurningur tillagast og broytast. Tað skal gerast lættari og lokkandi hjá fólki at nýta bilin skynsamt, at nýta aðrar flutningsmøguleikar um møguligt ella skifta heilt til almenna ferðslu ella súkklu. Hetta kann fremjast við ávirkan á atburðin hjá fólki við nøktandi kunningarátøkum og samskifti og í aðrar mátar at tillaga umstøðurnar fyri flytføri.


 

Nøkur lyklaorð hesum viðvíkjandi eru: upplýsing, samskifti, samskipan og skipan. Strandferðslan og Landsverk hava ábyrgd av samferðslukervinum, soleiðis at fólk og farmur koma smidliga og trygt fram.

Hvørji eru ætlaðu inntrivini, og hvørja ávirkan hava ymsu verkætlanirnar á djóralívið, lívfrøðina og mentanina í økinum, eru eisini viðkomandi spurningar. Ferðsluplanlegging fevnir víða, og tí er umráðandi, at samskifti eisini er við fólk sum búgva og liva í einum øki, fáa høvi til at vera við og ávirka avgerðirnar um flytføri.

Skipað eigur at verða fyri almennum borgarafundum í sambandi við størri verkætlanir, ið hava stóra ávirkan á íbúgvar í økinum, soleiðis at borgarin kemur til orðanna og fær
gjørt viðmerkingar, sum byggiharrin kann taka til eftirtektar. Hoyringartíðarskeið
og samskifti annars millum embætið og lokalsamfelagið, eigur at verða gjørt so tíðliga í tilgongdini, sum til ber.

Planlegging av ferðsluni tekur vanliga støði í »mobility management«. Henda mannagongd er í stuttum, at avbjóðingar í ferðsluni verða eyðmerktar og allýstar, og síðani verður kannað, hvørji tiltøk skulu setast í verk.

Í SJÁLVARI PLANLEGGINGINI VERÐUR FYRILIT
TIKIÐ FYRI FÝRA MEGINREGLUM. TÆR ERU:

1. HUGSA UM TAÐ:
» Kann flutningstørvurin minkast ella aðrir flutningsmøguleikar
   nýtast? Kann almenn ferðsla taka yvir
   vanliga privata bilferðslu?

2. MENNA:
» Kann samferðslukervið betrast við til dømis at áseta hámarksferð ella við øðrum skipanum av ferðsluni?

3. ENDURBYGGING:
» Kunnu trupulleikar loysast við at dagføra verandi vegakervið?

4. BYGGJA NÝTT:
» Er tørvur á at byggja nýtt ella fremja størri dagføringar?

 

FERÐSLUFRAMROKNINGAR
Framrokningar av ferðsluni, býtt á vegateinar, verða regluliga gjørdar fyri at meta um framtíðar ferðslumynstrið. Ferðsluframrokningar eru ein týðandi partur av planleggingararbeiðinum og verða eisini nýttar í sambandi við stórar útbyggingar av samferðslukervinum. Hetta verður gjørt fyri at meta um ferðsluna á nýggjum farleiðum, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri verandi vegakervi. Framrokningar av ferðsluni verða gjørdar við støði í upplýsingum um ferðslutøl, vegakervi, hall á vegum, hámarksferð, brúkaragjøld, tal á akførum, tal á íbúgvum, tal á arbeiðsplássum og tal á fólki, sum ferðast millum bygdir til arbeiðis.

Tá nýggjar farleiðir eru gjørdar, broytist ferðslumynstrið. Eitt nú kann ein vegaútbygging, sum hevur við sær styttri ferðatíð millum nakrar bygdir, elva til, at fleiri túrar vera millum hesar bygdir. Somuleiðis kunnu íløgur í nýggjar farleiðir hava neiligar avleiðingar fyri ferðsluna á øðrum økjum, har ferðslutrygdar- og orkuføristrupulleikar kunnu koma fyri á verandi vegakervi.

Framrokningar kunnu eisini gerast av ferðsluni á nýggjum farleiðum, so hædd kann takast fyri broytta ferðslumynstrinum, tá útbyggingar verða planlagdar. Fyri ymiskar linjuføringar ella staðsetingar av vegum ella tunlum kunnu somuleiðis ferðsluframrokningar gerast fyri at kanna, hvussu ferðslan broytist við teimum ymisku loysnunum. Hetta verður gjørt fyri at finna bestu loysnirnar, so mest nytta fæst burtur úr gjørdu íløgunum, og møguligar avleiddar verkætlanir kunnu raðfestast.

HØVUÐSFERÐSLUÁSIR
Á myndini niðanfyri sæst, at høvuðsferðsluásirnar ganga frá Tórshavn og suðureftir, vestureftir og norðureftir. Við Eysturoyartunlinum verða tvær høvuðsfarleiðir norðureftir
tvístreingjaðar, tí framtíðar høvuðsvegakervið verður víðkað. Reyðu strikurnar benda ikki á, at ávís øki hava framíhjárætt, men vísa, hvar talan er um mestu ferðslu. Høvuðsfarleiðirnar vísa, at planleggingin í samferðsluni hevur havt sum endamál at knýta øll øki saman, og tá Suðuroyartunnilin er vorðin veruleiki, kann alt landið nærum fatast sum ein stórur býur, tí longsta ferðatíðin til Havnar verður góðan tíma.


Fyri at nøkta tørvin á flutningi millum ymsu økini, er neyðugt, at høvuðsfarleiðirnar hava góðan framkomuleika og eru álítandi. Hetta vil siga, at tað altíð er gjørligt at nýta farleiðina. Um ein teinur av onkrari orsøk gerst óvirkin, skal tað innan stutta tíð verða gjørligt at gera eina aðra møguliga farleið til henda teinin. Til dømis um ein tunnil ikki kann nýtast til ferðslu eina tíð, skal vera gjørligt at nýta eina alternativa farleið (til dømis tann vegin, tunnilin upprunaliga loysti av) ella at seta skip inn at røkja hesa leiðina.

Við at útbyggja samferðslukervið á høvuðsfarleiðunum, verður ferðslan millum ymsu samferðsluøkini í landinum stuðlað, og skapast kunnu vakstrarmøguleikar til øll øki í landinum.

Høvuðsvegir eru yvirskipaðir vegir, og hesir binda landið saman gjøgnum teir týdningarmiklastu, samanhangandi vegateinarnar við mest ferðslu.

Uppskot til núverandi høvuðsvegakerv myndar vegasambandið eystur-vestur og norður-suður. Hetta samband knýtir høvuðsøkini í landinum saman við einum høgt raðfestum og tryggum flutningssambandi.

BÚSTAÐARMYNSTUR
Bústaðarmynstrið er soleiðis háttað, at bygdir og býir eru spjadd kring landið á støðum, har tað frá gamlari tíð hevur verið gjørligt at búsetast. Í bygdunum hevur ymiskt virksemi tikið seg upp, og virkir, skúlar og stovnar, sum øll skapa ferðslu, verða sett á stovn.

Miðsavningin við bústaðarvøkstri, útbygging av handlum og vinnuvirksemi í Tórshavn, ger, at høvuðsstaðurin hevur stóra ávirkan á flutningskervið. Høgt trýst er á yvirskipaða
samferðslukervinum kring høvuðsstaðin, og útbyggingar eru tí neyðugar.

Samferðsluplanleggingin tekur fyrst og fremst støði í verandi bústaðarmynstri, men framtíðarútlitini fyri tey ymsu økini verða sjálvandi tikin við.

Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: