11-05-2007
Samferðsluætlan fyri Føroyar 2008-2020

Síðsta hond er júst løgd á eina samlaða samferðsluætlan fyri Føroyar fram til ár 2020.

Samferðslukervið hevur stóra ávirkan á, hvussu samfelagið virkar, hvar fólk velja at búseta seg og arbeiða, og hvar handil, vinna, skúlar o.a. verða staðsett. Talan er um stórar íløgur, tá ið samferðslukervið skal útbyggjast. Umráðandi er, at hesar íløgur geva størst møguliga samfelagsliga nyttu í mun til kostnaðin.

Í Samferðsluætlanini eru ítøkilig mál sett fyri at fáa eitt skjótt, smidligt og dygdarligt flutningskervið.

Hetta er eitt tilmæli um, hvussu samferðslukervið í Føroyum eigur at verða skipað og útbygt fyri at nøkta verandi og framtíðar flutningstørvin í Føroyum.

Samferðsluætlanin er samansett av tveimum skjølum - Strategiskjal og Heildarætlan umframt fýra fylgiskjølum.

Strategiskjalið lýsir visjónina fyri samferðslukervið, hvørji atlit skulu takast, umframt mál og raðfestingargrundarlag fyri íløgurnar í samferðslukervið.

Heildarætlanin umfatar nærri greiningar av verandi samferðslukervi. Grundað á hesar støðumetingar og á kanningar av m.a. ferðslumynstri og framtíðarútlitum, eru tilmæli gjørd um, hvørjar íløgur eiga at verða gjørdar og nær.

1. partur: Strategiskjalið kann heintast her: SAMFERÐSLUÆTLAN.pdf (6,50 MB)
2. partur: Heildarætlanin kann heintast her: SAMFERÐSLUÆTLAN2.pdf (7,53 MB)

Fylgiskjal 1 - Støðumeting av landsvegakervinum: Fylgiskjal 1b.pdf (1,27 MB)
Fylgiskjal 2 - Kost/nyttu rokning og greining av avleiðingum: Fylgiskjal 2b.pdf (10,41 MB)
Fylgiskjal 3 - Kort av landsvegakervinum: Fylgiskjal 3.pdf (10,36 MB)
Fylgiskjal 4 - Støðumeting og heildarætlan fyri sjóvegis farleiðirnar: Fylgiskjal 4.pdf(973 KB)

Úrslit: