29-11-2006
Samferðsluætlan fyri Føroyar
Samferðsluætlan fyri tíðarskeiðið 2008-2020

Í 1998 játtaði Føroya Løgting pening til at gera eina langtíðarætlan fyri íløgur í samferðslukervið í Føroyum. Vinnumálaráðið setti tá ein arbeiðsbólk, og í 1999 kom ein nýggj yvirskipað ætlan fyri samferðslukervið. Í dag eru flest øll hesi mál rokkin.

Í mars mánaði í ár var sjøtul settur á eina nýggja heildarætlan fyri samferðslukervið í Føroyum. Talan er um eina íløguætlan í infrakervið. Miðað hevur verið imóti at fáa uppskotið til fyrsta part liðugt í hesum árinum, meðan bíðast má til mai næsta ár eftir samlaðu heildarætlanini.

Arbeiðsháttur
Verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki. Í stýrisbólkinum sita umboð fyri Vinnumálaráðið, Landsverk og Strandferðsluna. Í arbeiðsbólkinum sita starvsfólk hjá Landsverki og Strandferðsluni. Harafturat er ein fylgibólkur, har umboð fyri felagsskapir og stovnar sita - hetta fyri at fáa so nógvar partar við ymiskum áhugamálum og sjónarmiðum við sum gjørligt.

Arbeiðssetningur
Endamálið við verkætlanini er at tryggja, at samferðslukervið í Føroyum til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv. Tryggjast skal, at íløgur í samferðslukervið verða framdar á slíkan hátt, at samfelagið fær sum mest burtur úr íløgunum. Visjónin er at:

Møguleikarnir at ferðast úr stað í stað skulu stuðla undir menning og trivnaði í Føroyum.

Samferðslukervið skal vera soleiðis háttað, at tað er lætt, trygt og ódýrt hjá øllum at ferðast millum ymisk støð, bæði innanlands og millum Føroyar og útheimin.

Partur I: Strategiski parturin
Langtíðarráðleggingin av samferðslukervinum er bygd upp av tveimum samanhangandi pørtum - einum strategiskum og einum taktiskum parti fyri tíðarskeiðið 2008-2020.

Strategiski parturin er bygdur upp soleiðis, at fyrra helvt lýsir verandi flutningskervið, hagtøl og ymiskar kanningar, sum virka sum grundarlag fyri seinnu helvt, har málini fyri tíðarskeiðið 2008-2020 og raðfestingarnar verða viðgjørd.

Til hoyringar
Fyrsti partur av samferðsluætlanini fyri Føroyar, t.e. tann strategiski parturin, er nú liðugur og verður hervið lagdur til hoyringar. Tú kanst heinta strategiskjalið her: Samferðsluætlan nov2006.pdf (6,49 MB)

. Tað kann taka lítla løtu at lata upp. Um tú hevur viðmerkingar til henda partin, kanst tú senda ein teldupost til lv@lv.fo. Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkum á tel. 340 800.

Úrslit: